Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Fimta umfar av TF vetrarkappingini verður leygardagin

tf_logo

Leygardagin 25. februar kl. 12.00 skipa Frælsi og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 5. umfari av TF Vetrarkappingini í Sandavági.

TF Vetrarkappingin er kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.

Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík, 3. umfar í Havn og 4. umfar í Hvalvík. Seinasta umfar verður í Runavík í mars.

Kappast verður í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Sandavági leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) – 5 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) – 5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) – 5 km
Gentur og dreingir (f. 1990-94) – 3 km

Startur og mál verður við Tryggingarfelagið Føroyar í Sandavági, og byrja øll samstundis. Rutan gongur frá Tryggingarfelagnum runt kirkjuna og fótbóltsvøllin, yvir á landsvegin, framvið SÍF-húsinum og yvir aftur til Tryggingarfelagið. Tey vaksnu renna 5 umfør, meðan gentur og dreingir renna 3 umfør. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 24. februar kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Tryggingarfelagið í Sandavági leygardagin kl. 11.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Samlaða støðan í kappingini er at síggja her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar