Frælsur Ítróttur Føroya 27.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

GP 2 Sundalagsstevna

Renningin á Sundalagsstevnuni verður fríggjakvøldið 9. juni. Renningin fer
fram í sambandi við setanina av stevnuni, sum verður við nýggju ítróttarhøll
kollfirðinga.

Frá klokkan 17.30 kunnu startnummurini avheintast. Fólk verða
biðin um at vera stundislig, tí setanin skal verða kl. 19.30.

18.30 – 18.40 Gentur og dreingir 1999-2006 – 600 m.
18.40 – 18.50 Gentur og dreingir 1996-1998 – 700 m.
18.50 – 19.00 Gentur og dreingir 1993-1995 – 800 m.
19.00 – 19.10 Gentur og dreingir 1989-1992 – 1 km.
19.10 – Vaksin (-1988) og veteranar (-1960)- 5 km.

5 km rutan verður frá ítróttarhøllini inn móti Kloosterboer. Vent verður á
havnalagnum, og runnið aftur á mál við ítróttarhøllina.
Barnaruturnar verða eisini “aftur og fram rutur”.

Tilmelding fer sum vanligt fram á heimasíðuni. Eisini kann meldast til á
staðnum tó í seinasta lagið kl. 18.10

Heiðursmerki verða til trý tey fremstu í øllum bólkum. Handanin fer fram
beint eftir at stevnan er sett.
Kostnaður: Børn 20 kr. – Vaksin 50 kr.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar