Frælsur Ítróttur Føroya 27.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix renning á Eystanstevnu

Triðja umfar av Grand Prix kappingini – á Eystanstevnu

Í samband við Eystanstevnuna í Runavík verður skipað fyri rennikapping, sum er 3. umfar í Grand prix kappingini hjá FÍF. Vaksin renna týskvøldið 13. juni kl. 18.30 og børn fríggjakvøldið 16. juni kl. 18.00.

Renningin hjá teimum vaksnu
Kappingin hjá teimum vaksnu er eisini kapping um FM heiti í 10 km renning á vegi.
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.
Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini hjá Roysninum, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

Kappast verður í hesum bólkum hjá vaksnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1960) – 10 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) – 10 km

Tilmelding fer fram her á síðuni innan týsdagin kl. 12.00 ella á staðnum beint innan kappingina.

Luttøkugjaldið fyri vaksin, ið er kr. 50,- verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 17.45 kappingardagin.

Heiðursmerki verða til trý tey fremstu í øllum bólkum.

Renningin hjá børnunum
Rennikappingin hjá børnum verður fríggjakvøldið 16. juni. Startur og mál eru við Runavíkar Timburhandil.

Kappingin er samstundis 3. umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum. Kappast verður í ymsum bólkum. Trý tey fyrstu á mál í øllum bólkum fáa heiðursmerki.

Byrjað verður sambært hesi skrá:
17.45 Avheintan av startnumrum við Runavíkar Timburhandil
18.15 Børn -7 (f. 99-) renna 1/2 km
18.25 Børn -10 (f. 96-98) renna 1/2 km
18.35 Børn -13 (f. 93-95) og ung -17 (f. 89-92) renna 2 km
18.50 Heiðursmerki verða handaðið við Runavíkar Timburhandil

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi hóskvøldið 15. juni kl. 20.00.

Luttøkugjaldið, ið er kr. 20,-, verður goldið, tá numrini verða avheintaðið við Runavíkar Timburhandil ein hálvan tíma undan kappingini.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar