Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Eitt føroyskt met og 2 heiðursmerki í Världsungdomsspelen fyrsta dagin

Úrslit Fríggjadag:
15 føroyingar luttaka í Varldsungdomsspelen á Ullevi Stadion í Gøteborg í Svøríki. Hendan kappingin er við at gerast ein av heimsins størstu kappingum innan frælsan ítrótt fyri børn. Luttakara talið fór í 2005 uppum 3000, og tað er vantandi enn størri í ár.

Føroyingar smæðast tó ikki burturímillum, tí hóast sera ringar venjingar umstøður, so megnaðu føroysku luttakarnir at vinna Føroyum tvey bronsumerkið á fyrsta kappingardegi. Harafturat settu teir eitt føroyskt met og trý bólkamet.

Tað vóru 12 ára gamli Rúni Seloy (Bragdið) og 13 ára gamla Rebekka Fuglø (Treysti), ið vunnu bronsumerkini á 600 m teininum. Bæði settu eisini bólkamet. Hjá 13 ára gomlu gentunum megnaði Vár Gregersen (Frælsi) eisini at koma undir gamla bólkametið, so ikki kann sigast annað enn, at støðið er hækkandi.

Oyvind Lutzen (Bragdið) setti triðja bólkametið, tá hann gjørdist nummar 12 á 600 m fyri dreingir 13.

Tað var tann einans 15 ára gamla Bjørk H. Olsen, sum megnaði at seta einasta føroyska metið á fyrsta degnum. Hon átti sjálv gamla metið, sum hon setti í kapping í Danmark í vár. Nú er torført at samanlíkna kappingar á miðallongu teinunum, men úrslitið hjá Bjørk er skjótari, enn nummar fimm hjá kvinnum rann á oyggjaleikunum í Hetlandi.

Øll úrslit
D17 – 800 m, vinnari: 1:53,55, 60 luttakara, BM: 2:08.1(D17)/2:15.34(D16)
40 | Alvur F Christiansen | ’89 | Treysti | 2:12.38
54 | Daniel D Rein | ’90 | Bragdið | 2:20.38

D17 300 m forðarenning: vinnari: 38.84, 22 luttakara, BM: –
– | Robin Jönsson | ’90 | Roysnið | disk.

D13 600 m, vinnari: 1:34.48, 33 luttakara, BM: 1:43.04
12 | Öyvind Lútzen | ’93 | Bragdið | 1:39.92 | BM

D12, 600m, vinnari: 1:37,88, 33 luttakara, BM: 1:58.74
3 | Rúni Seloy | ’94 | Bragdið | 1:41.05 | BM

K, spjótkast, FM: 34.08
Randi Kúrberg | Bragdið | 33.29 m

G15 800 m, vinnari: 2:15,09, 29 luttakara: BM/FM: 2:29.45
13 | Bjørk H Olsen | ’91 | Bragdið | 2:26.58 | FM

G14 800 m, vinnari: 2:17,06, 36 luttakara, BM:2:33.00
27 | Rannva Djurholm | ’92 | Bragdið | 2:38.15

G13 600m, vinnari: 1:43,24, 40 luttakara, BM: 1:51.42
3 | Rebekka Fuglø | ’93 | Treysti | 1:44.44 | BM
16 | Vár Gregersen | ’93 | Frælsi | 1:50.82
28 | Silja Niclasen | ’93 | Frælsi | 1:57.52

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar