Frælsur Ítróttur Føroya 29.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

3.-5. nov. skipaði FÍF fyri barna- og ungdómsvenjaraskeiði í frælsum ítrótti

Randi Kúrberg upplivdi skeiðið soleiðis:

Tveir dugnaligir og vælupplagdir svenskir instruktørar, Daniel Bergin og Jeremy Pryce, hildu skeið fyri umboðum frá øllum frælsafeløgum í Føroyum.

Skeiðið var fjølbroytt í allar mátar, – tað var verkligt og ástøðiligt, og vóru vit bæði innan- og uttandura.

Hetta vóru lykilorðini til venjaran: Gleði, stuttleiki, heildarøvilsi, ongar bíðirøðir og meir ella minni allar frælsu greinarnar til hvørja venjing.
Drívmegin í venjingini skal vera gleði, stuttleiki og látur, tí kanningar vísa, at hetta heldur upp á fólki og fær onnur at leggjast afturat. Eisini er tað av týdningi at arbeiða við heildarøvilsum í barna- og ungdómsárunum, soleiðis at børnini fáa eitt fjølbroytt rørslumynstur í teimum trimum høvuðsgreinunum (kast, lop og renning) sum gott grundarlag til spesialisering seinni. Hvør tími eigur sostatt at snúgva seg um tær frælsu høvuðsgreinarnar í fjølbroyttum formi, t.d. stafettir, lop um keylur við skiftandi torleikastigi og ymisk køst. Bíðirøðir og spilltíð skulu umgangast, tí tað ger tíman og harvið eisini ítróttirnar keðiligar.

Veðrið kundi verið betri, men við góðum vilja ber alt til, og vit flentu, lærdu og fingu nógv góð hugskot. Eisini sóu vit, at tað ikki er øll verðin, ið krevst, um bara ein hevur eina fimleikahøll og nøkur amboð.

Eitt tað fyrsta, men kanska mest týdningarmikla vit fingu at vita, var, at ØLL kunnu gerast atletikkvenjarar – tú skalt bara vilja tað og leggja dent á felags gleði og stuttleika við at gera frælsan ítrótt.

Myndir frá skeiðinum eru at finna í myndasavninum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar