Frælsur Ítróttur Føroya 29.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit av kastikapping 16. desember

Fyrsta kastikapping í kappingarárðinum 2006/2007 var leygardagin 16. Desember. Tað vóru tríggir luttakarar. Úrslitini vóru javnt góð, serliga tá hugsa verður um, at hetta er tíðin á árðinum, tá fokus í venjingini er at læra grund-teknik og at byggja basis styrki, og tí er ikki væntandi, at tey longu kastini koma hesa tíðina.

Fyrsta kapping var hamarkast. Har kastaði Randi Kúrberg 33.49 m, sum er hennara triðbesta úrslit nakrantíð og væl betur, enn hon fyrr hevur kasta hesa tíðina á árinum. Heri Ziska kastaði 45.52 m, sum er besta kappingarúrslit hjá honum síðan oyggjaleikirnar á Isle of Man í 2003. Bronsumerkið á seinastu oyggjaleikum fór fyri 43.80 m.

Síðan var kappast í spjótkast. Har kastaði Randi 30.36 m, meðan Rógvi kastaði 49.52 m. Hesi úrslit eru bæðið góð í mun til árstíðina, og serliga boðar úrslitið hjá Rógva frá, at har er nakað serligt í væntu, tá veðrið batnar, og venjingin eisini er skipa til at kasta langt.

Seinasta kapping var kúlustoyt. Har setti Rógvi persónlig met við 9.33 m. Hansara gamla met var 8.13 m, so ikki kann sigast annað enn, at hann er væl fyri. Randi stoytti kúluna 8.59 m, sum er nærum ½ m longur, enn hon kláraði seinasta kappingarár.

Heri Ziska

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar