Frælsur Ítróttur Føroya 29.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Fýra ungdómar til Íslands at renna

Fríggjadagin 19. januar fara fýra ungir rennarar úr Føroyum til Íslands at luttaka í “Stórmót ÍR”, sum er ein stór innandura kapping í frælsum ítrótti, sum fer fram í Laugardalshøllini í Reykjavík.

Kappingin, sum fer fram leygardagin 20. januar og sunnudagin 21. januar, er fyri allar aldursbólkar frá undir 8 ár til veteranar. Tað er deildin fyri frælsum ítrótti hjá ÍR, sum fyriskipar kappingina. Seinasta ár vóru 405 íðkarar við í 1.049 startum.

Ferðin er komin í lag eftir samskifti millum FÍF og Frælsítróttasamband Íslands. Á ferðini skullu umboð fyri FÍF hitta umboð fyri Frælsítróttasamband Íslands og ÍR, fyri at fáa í lag tættari samstarv við íslendingarnar um ymisk viðurskifti innan frælsan ítrótt.

Tveir av teimum fýra luttakarunum, sum FÍF hevur valt at senda til Íslands, eru Jóan Karl Joensen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum. Tey bæði hava møguleikar at koma við til oyggjaleikirnar á Rhodos í summar. Hini bæði eru Rúni Seloy úr Bragdinum og Rebekka Fuglø úr Treystinum. Tey hava víst sera góð evnir og góð úrslit, tá tey hava umboða FÍF í kappingum uttanlands.

Rúni og Rebekka vunnu bæði bronsu í sínum aldurbólkum á 600m teininum í Världsungdomsspelen í Gøteborg í fjør. Tey bæði verða av FÍF mett at verða bestu umboð í sínum aldursbólki til teir teinar, sum skulu rennast í Reykjavík.

Jóan Karl Joensen skal luttaka í bólkinum “karlar”. Hann skal renna 800m leygardagin og 400m sunnudagin. Bjørk Herup Olsen skal luttaka í aldursbólkinum 15-16 ár (“meyjar”). Hon skal eisini renna 800m leygardagin og 400m sunnudagin. Rúni Seloy og Rebekka Fuglø skulu bæði luttaka í aldursbólkinum 13-14 ár (“piltar” og “telpur”). Tey skulu renna 800m leygardagin og 200m sunnudagin.

Umboðini fyri FÍF á túrinum til Íslands verða Hallur Holm, ungdómssamskipari og Guttorm Sørensen, ferðaleiðari. Ferðalagið, sum í Reykjavík gistir á Hotel Ørkini, fer úr Vágunum fríggjadagin kl. 15.00 og flýgur heimaftur sunnudagin kl. 17.00 úr Reykjavík.

Nærri fæst at vita um kappingina á www.fri.is, vel “Mótaskrá” í yvirlitinum uttast til vinstru.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar