Frælsur Ítróttur Føroya 29.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Rebekka skjótari enn javnaldrarnir niðri

PICT0021.JPG
Rebekka, sum her liggur á odda í kappingini í Gøteborg, endaði á einum flottum 3. plássi á 600m teininum.

Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum vann bronsu á 600m teininum í Världsungdomspelen í Gøteborg í juli seinasta ár, rann tá eina so mikið góða tíð, at hon, tá árið var runnið, var skjótari enn sínir javnaldrar í Danmark á 600m teininum. Rebekka, sum er fødd í 1993, setti samstundis nýtt føroyskt bólkamet. Gamla metið frá 2004 átti Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum, og var tað uppá 1.51,82 min.

Tíðin hjá Rebekku var 1.44,44 min. og sambært hagtølum hjá Dansk Atletik Forbund (DAF), so rann skjótasta gentan í Danmark í 2006 teinin uppá 1.45,28 min. tvs. næstan eitt sekund seinni enn Rebekka.

Top 10 í Danmark sær annars soleiðis út:
1.45.28 Dagmar Olsen ’94 ALRØD
1.46.01 Sarah Auener ’93 HG
1.46.37 Lina C,Nilsson ’93 KIF
1.47.07 Stina Troest ’94 AAC
1.48.91 Fanny Sørensen ’93 SAK7
1.48.93 Louise Lundquist ’93 BAC
1.49.20 Laura Møller ’94 KKFUM
1.49.10 Janne Nielsen ’93 KKFUM
1.49.66 Lena Killerich ’93 RAM
1.49.87 Ann-Sofie Tøgersen ’93 AAC
(kelda: Dansk Atletik Forbund)

Í mun til javnaldrar í Noregi var tíðin hjá Rebekku fjórbesta tíðin í 2006. Har var skjótasta tíðin 1.40.1, sum Nina Andersen rann.

Greinin er at lesa á heimasíðuni hjá Treystinum, www.treysti.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar