
Frá vinstru: Bjørk, Jóan Karl, Rebekka og Rúni
Aftur í morgun kláraðu føroysku ungdómarnir seg væl í Stórmót ÍR í Reykjavík. Tað varð ikki væntað, at tey fóru at klára seg eins væl, sum í gjár, men aftur í dag fingu øll fýra heiðursmerki. Ein gull, 2 silvur og ein bronsa, so samanlagt vunnu føroysku ungdómarnir 3 gull, 4 silvur og 1 bronsuheiðursmerki.
Rebekka Fuglø vann bronsu á 200m teininum við tíðini 29,18 sek. Í hennara aldursbólki luttóku 32 gentur í 13-14 ára aldrinum.
Rúni Seloy vann sær eitt silvurheiðursmerki eisini á 200m teininum við tíðini 27,90 sek. Í hansara aldursbólki luttóku 25 dreingir í 13-14 ára aldrinum.
Bjørk Herup Olsen vann eisini silvurheiðursmerki. Hon luttók á 400m teininum fyri gentur 15-16 ár. Tíðin hjá Bjørk varð 66,55 sek, sum samstundis er føroyskt met innandura hjá kvinnum.
Jóan Karl Joensen, sum ígjár kláraði kravið til Oyggjaleikirnar á Rodos í summar, vann gull á 400m teininum hjá monnum við tíðini 54,17 sek og er tíðin eisini innandura met hjá monnum.

