Frælsur Ítróttur Føroya 30.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Kastarar á venjingarlegu í Svøríki

kastara
Rógvi, Randi, Jonas og Heri

22.-27. januar vóru tríggir teir bestu føroysku kastararnir á venjingarlegu í Växjö (Svøríki). Orsøkin til at farið var hagar var, at ein av venjarunum í Växjö (Ingela Nilsson) var í Føroyum í heyst, har hon undirvísti komandi ungdómsvenjarum. Vaxjø er stinnasta felag í Svøríki innan kast, og er annars eitt sera sterkt felag, har kendasti íðkarin í løtuni man vera Carolina Klüft, ið hevur vunnið HM, EM og OL í sjeykampi.

Venjingarumstøðurnar í Växjö eru stak góðar. Tey hava ein innandurafótbóltsvøll í fullari stødd, har ein kann venja spjótkast, og runt um hann er 400 m rennibreyt. Bygdar afturat stóru høllini eru tvær smærri hallir, ein har lop og forðarenning verða vand, og ein har teknisku greinarnar verða vandar. Í hesi høllini hekk eitt trol úr loftinum, og innanfyri trolið hekk segldúkur. Inni í hesum varð kastað hamar- og diskuskast, meðan spjót varð kastað í segldúk, ið hekk við síðuna av. Føroysku kastararnir vandu mest í teknikk-høllini, men nýttu eisini sprinthøllina, og upphitingin fór vanliga fram á 400 m breytini kring fótbóltsvøllin.

Kastararnir fingu hjálp frá Jonas Mellblom, ið er svenskur landsliðsvenjari innan spjótkast, men góður hamarkastvenjari eisini. Rógvi og Randi fingu m.a. høvi at kasta saman við besta kastara hjá monnum (Magnus Arvidssen), ið hevur kastað næstan 82 m. Jonas megnaði beinanvegin at seta fingurin á nøkur ting hjá Rógva og Randi í spjótkasti og hjá Randi og Hera í hamarkast. Tað føldist beinanvegin, at her var nakað at arbeiða við, og tá Randi og Rógvi kastaðu innandura, megnaði Rógvi, hóast møði frá fleiri døgum við venjing tvær reisur um dagin, at kasta 52 m. Her skal nevnast, at spjótini vanliga flúgva styttri innandura, og at nýtta spjótið var sera vánaligt. Magnus segði, at hann misti umleið 10 m við hasum spjótinum í mun til eitt gott spjót.

Sum heild má sigast, at kastararnir fingu stak nógv burtur úr túrinum og koma heim við nógvum góðum hugskotum, sum nú skulu arbeiðast inn í kastini. Vónandi við tí úrsliti, at øll fara at seta føroysk met í summar.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar