Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

6. umfar av Vetrarkappingini verður í Klaksvík leygardagin

Leygardagin 17. mars kl. 11.00 skipar Treysti saman við Frælsum Ítrótti Føroya fyri 6. umfari av vetrarkappingini í Klaksvík

Hetta er næstseinasta umfar, av sjey umførum, í vetrarkappingini.
Vetrarkappingin er skipað á tann hátt, at fimm tey bestu umførini, av sjey umførum, telja við tá endaliga støðan verður gjørd upp. Teir rennarar sum hava luttikið í øllum sjey umførunum fáa 2 bonusstig fyri hvørt umfar, meðan teir rennarar sum hava luttikið í seks umførum fáa 1 bonusstig fyri hvørt umfar. Støðan áðrenn 6. umfar er at finna her.

Kappast verður í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Klaksvík leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) – 8 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) – 8 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) – 8 km
Gentur og dreingir (f. 1991-95) – 4 km

rutan(1)

Rutan, sum verður runnin hesaferð, er nýggj. Fyrst verður runnið eitt stutt umfar (umleið 1,4 km). Síðani veðrur runnið til Norðoyrar at venda og aftur. Byrjað verður frá parkeringsøkinum við Skálan og runnið suður eftir Bøgøtu, yvir á Oyravegin har snarað verður til vinstru oman móti býnum, framvið KFUM & K, aftanfyri Skýlið við vøllin og so niðan eftir Bøgøtu. Síðani verður aftur runnið til Oyravegin, men hesaferð verður snarað út til Norðoyrar har vent verður, og so sama veg heimaftur.

Tilmelding fer fram á her innan fríggjakvøldið 16. mars kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaði leygardagin kl. 10.30 á Parkeringsøkinum við Skálan, har startur og mál eisini verða. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar