Flogfelag Føroya skipar fyri pakkaferð í samband við Reykjavík Marathon og Hálvmarathon tann 18. august 2007. Farið verður úr Vágum tann 17. august og heim aftur tann 21. august.
Íroknað prísin er:
-Flogferð Vágar-Reykjavík og aftur við ferðaavgjøldum
-Gisting í 4 nætur í Fjørukrónni í einakamr við morgunmati
-Luttøkugjald til marathon ella hálvmarathon í Reykjavík
-Víkingadøgurði í Fjørukrónni
Prísir:
-Hálvmarathon 4.995,-
-Marathon 5.145,-
Tit kunnu fáa meira at vita um ferðina við at venda tykkum til Flogfelag Føroya, telefon 340000 ella teldupost booking@ff.fo
Ferðin er treytað av nóg stórari luttøku.

