Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bjørk setti tvey føroysk met

Bjørk og Rannvá í Tårnby
Tær báðar Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm, sum renna fyri Bragdið, fingu góð úrslit í kappingunum í Tårnby um vikuskiftið.

Bjørk, sum fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á Rodos í summar, vann báðar sínar kappingar á 800 m (2.26,21 min) og 3.000 m (10.48,95 min.), meðan Rannvá gjørdist nummar 3 á 1500 m (5.18,57 min.) og nummar 4 á 800 m (2.34,85 min.).

Bjørk ovast á skamlinum
Bjørk megnaði samstundis at seta nýggj føroysk met á báðum sínum teinum. Hon átti gamla metið á 800 m (2.26,58 min), sum hon rann í Gøteborg í fjør. Gamla metið á 3.000 m (11.15,6 min.) átti Kristina Danielsen. Tað rann hon á Toftum í 1994.

Rannvá nr. 3 á 1500 m
Rannvá setti nýtt persónligt met á báðum teinunum.

Øll úrslitini frá kappingini eru at finna her.

Myndirnar eru vinarliga lætnar av Paula Djurholm.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar