Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Renn fyri heilsuna – og fá gávur frá Sportmaster

Renn fyri heilsuna
Allastaðni er áhugin fyri fólkaheilsu og rørslu alsamt vaksandi, og tað er hann eisini hjá Sportmaster í Klaksvík, sum vil hjálpa fólki við hesum. Tí fara tey hvønn leygardag frá 12. mai og til og við einaferð í september, saman við Treystinum at skipa fyri “renn fyri heilsuna” átakið, har øll eru vælkomin at verða við.

Talan er als ikki um rennikappingar. Harufturímóti er endamálið at fáa fólk at røra seg regluliga. Tað er fult og heilt upp til ein sjálvan, um ein ætlar sær at ganga ella renna. Tað er mest umráðandi, at ein kemur út at røra seg, saman við øðrum.

Um ein hevur hug, so ber til at fáa eitt serligt hefti, sum er gjørt til endamálið. Harí fær ein eitt serligt Sportmaster stempul fyri hvørja ferð ein luttekur, og tá ein hevur luttikið fimm ferðir og fingið fimm stempul, letur Sportmaster eina gávu til viðkomandi. Tá ein hevur luttikið tíggju ferðir og fingið tíggju stempul, letur Sportmaster aftur eina gávu til viðkomandi. Og so tá ein hevur luttikið fimtan ferðir og fingið fimtan stempul, letur Sportmaster enn einaferð eina gávu til viðkomandi.

Teinurin er umleið 5 kilometrar og gongur út á Skarðhamar at venda og aftur. Kort av rutuni verður at síggja í handlinum hjá Sportmaster.

Byrjað verður hvønn leygardag kl. 17.00 frá Sportmaster í Vágsheygsgøtu. Tó verður ikki fyriskipað nakað á Norðoyastevnu, Ólavsøku, Summarfestivalinum og Sjómannadagin.

Tað er ókeypis at “renna fyri heilsuna” saman við Sportmaster og Treystinum, og fáa allir luttakarar eina Sportmaster t-shirt.

Fyriskiparnir vóna at nógv taka undir við átakinum, og at eisini tú hevur hug at verða við og røra teg saman við øðrum leygardagar í summar!

Greinin er at lesa á nordlysid.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar