Oyggjaleikirnir á Rodos nærkast alsamt. Seinasta útgávan av skránni fyri frælsa ítróttin á leikunum kann takst niður her (pdf).
Hálvmarathon rutan sæst niðanfyri. Í mun til aðrar leikir hava fyriskipararnir valt at leggja hálvmarathon kappingina kl. 9.00 um morgunin sunnudagin 1. juli, t.v.s. morgunin eftir setanina.


