Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Metveitsla um vikuskiftið

Bjørk Herup Olsen
Fimm av teimum sjey íðkarunum, sum umboða Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum á Rhodos í summar, hava luttikið í Lyngby Games um vikuskiftið, sum fyrireiking til oyggjaleikirnir , og vóru úrslitini avbera góð.

Í 1500 m. renning fyri kvinnur rann Bjørk Herup Olsen, við tíðini 4 min. 55 sek., sum er nýtt fø. met . Tað er fyrstu ferð, at ein føroysk kvinna rennur 1500 metrar undir 5 min.

Randi Kúrberg setti tvey føroyskt met, tá hon kastaði spjótið 36,70 m. og hamarin 37,42 m.

Rógvi Højgaard setti føroyskt met í spjótkasti við góðum trimum metrum, tá ið hann kastaði spjótið 57,45 m.

Jóan Karl Joensen setti persónligt met, tá ið hann á fyrsta sinni rann 800 m. undir 2 minuttir, tíðin varð 1,59,66 min.

Heri Ziska, sum hevur vunnið føroyingum nógv heiðursmerkir á oyggjaleikum, luttók í hamarkasti, har hann kastaði 41,26 m., og klingruvarpi har hann kastaði 42,56 m.

Hini bæði, sum umboða Føroyar á Rhodos eru Guttorm Sørensen, sum vann 5 km. renning á Norðoyastevnu við tíðini 15 min. og 59 sek., og Rigmor N. Arge, sum setti nýtt føroyskt met á marathon teininum herfyri.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar