Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Annað umfar av Grand Prix fyri Børn og Ung

Mikukvøldið 18. juli verður annað umfar av Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði. Hesaferð kappast tey yngstu á 100 m og tey elstu á 200 m á spurt-teininum. Tey yngstu kappast á 800 m, tey eldru á 1000 m og tey eldstu á 1500 m í miðteinarenningini. Aftur hesaferð verður kappast í kúlustoyt í øllum aldursbólkum.

Byrjað verður kl. 19.30 við spurt teina renning og kúlustoyt. Miðteina renning byrjar, tá spurteina renningin er liðug. Seinasta kapping er liðug umleið kl. 20.45.

Tilmeldingin er á heimasíðuni www.athletics.fo, og annars á staðnum minst ½ tíma undan kappingini.

Hesar ásetingar eru fyri kappingina:
– Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.athletics.fo ella í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin semifinala ella finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst
10 min áðrenn greinin byrjar.

– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag undir FÍF.
– Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1990-1997) eru vælkomin at luttaka.

– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er grundarlag fyri úttøku til talentbólk undir FÍF.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar