Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ólavsøkurenningin

Bragdið
Fríggjadagin  27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.

Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1989 ella fyrr, og vaksin fødd í 1961 ella fyrr (veteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.

Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 2000 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1997-1999) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1994-1996) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1990-1993).

Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.

Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.30-18.30. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr.  Tilmeldingarfreistin er úti hósvøldið tann 26. juli.

Skrá:

17.30 Heintan av startnummari á Skálatrøð (Valdemar Lutzen)

18.30 Vaksin (fødd í 1989 ella fyrr) renna    5 km

19.00 Børn – kappast í hesi raðfylgju:

Børn – 7 ár (f. 2000 ella seinni) renna 600m
Børn – 10 ár (f. 1997-1999) renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1994-1996) renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1990-1993) renna 1200m

19.30    Heiðursmerkjahandan

Meldið til her!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar