Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Rebekka tók metið á 800 m!

Bjørk og Rebekka
Bjørk H. Olsen og Rebekka Fuglø eftir tær hava runnið 800m 

Í kappingini á 800 m hjá gentum 14 ár, gjørdi Rebekka Fuglø ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met fyri kvinnur! Í einari sterkari kapping var Rebekka noydd at leggja hart út fyri at fylgja við teimum fremstu. Fyrstu 400 metrarnir vórðu afturumlagdir eftir einans 69 sekundum (føroyska metið á 400 m er 68,17 sek) so seinna umfarið bleiv sera hart hjá henni. Men Rebekka kempaði hart, og kláraði at koma á mál sum nummar 4, og samstundi seta nýtt føroyskt met á 800 m hjá kvinnum við tíðini 2.24,90.

Gamla metið setti Bjørk Herup Olsen fyrr í ár, tá hon rann teinin uppá 2.25.92 í Lyngby Games. Og løtu eftir at Rebekka hevði tikið metið frá henni, hevði Bjørk møguleikan at taka tað aftur, tá kappingin hjá teimum 16 ára gomlu gentunum byrjaði. Bjørk var nær við at klára tað, men eitt heldur varisligt fyrra umfar gjørdi at royndin miseydnaðist. Bjørk, sum var heldur misnøgd við hesa kappingina, kom á mál sum nummar sjey við tíðini 2.26,59

Ætlanin var eisini at Vár Gregersen skuldi í eldin í dag. Men av tí at hon er so illa stungin í fótin av mýggjabitum, var ikki hugsingur um at fara at kappast í dag. Hvussu verður í morgin hósdagin vita vit ikki í skrivandi løtu.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar