Bragdið skipaði fyri árligu Kvinnurenningini í dag. 143 luttakarar gjøgnumførdu Kvinnurenningina í allar besta veðrið – flestu runnu og nakrar gingu teinin í vakra umhvørvinum.



Tiltakið gekk sera væl og beint eftir at síðsti luttakarin var komin í mál, varð lutakast um 11 vinningar frá ymiskum fyritøkum. Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór lótu ávikavist frukt, Poptop og sodavatn til allar luttakararnar, sum hugnaðu sær óført hesa góðveðurs løtuna í Hoydølum.

Tak úrslitini niður her (pdf).


