Elsta føroyska metið hjá kvinnum, sum varð sett á Oyggjaleikunum á Álandi í 1991, bleiv tikið í triðja umfari í Grand Prix fyri børn og ung, sum var á Svangaskarði mikukvøldið.
Tað hendi tá 14 ára gamla Rebekka Fuglø úr Treystinum vann 400m teinin í harðari kapping við Vár Gregersen úr Frælsinum. Nýggja metið á 400m teininum er nú 64,3 sekund. Vár kom eisini á mál skjótari enn gamla metið og rann teinin uppá 65,6 sekund. Sera væl runnið av teimum báðum!
Gamla metið, sum Margreth Augustinusen úr Vági setti á Oyggjaleikunum í Mariehamn á Álandi 25. juni í 1991, var 68,17 sekund. Tað vil siga at hetta metið bleiv sett tvey ár áðrenn Rebekka Fuglø varð fødd.
Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum hevur runnið 400m teinin uppá 67,1 sekund á Svangaskarði í 2005, men var tað í blandaðari kapping, tvs. har bæði menn og kvinnur luttaka, og er tað tí ikki góðkent sum met.

