Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Vetrarkappingin 2007-08

Nú er vetrarkappingin loksins skráløgd.

Leisturin frá undanfarnum vetrarkappingum verður nú broyttur, soleiðis at ikki verður kappast um stig longur. Fyri at fáa kappingina meira samanhangandi, fara vit í ár at taka upp annan tátt. Tær fimm kappingarnar eru í alt 50 km til longdar, og tað er samlaða tíðarnýtslan, sum er grundarlag fyri samlaða úrslitinum. Tað merkir, at fyri at gjøgnumføra vetrarkappingina, skulu øll fimm umførini gjøgnumførast.

Hesin leistur hevur verið royndur áður í tánevndu Daewoo-kappingini, tá samlaði teinurin var eitt heilt maraton. Hesar kappingar vóru væl dámdar, og tí varð hildið tað vera spennandi at royna aftur. Nú tað eru fimm kappingar, er teinurin longdur til 50 km. Samanlagdi teinurin hjá teimum ungu verður 20 km, og aldursbólkarnir verða teir somu sum seinasta vetur.

Skráin er henda: (Ung í klombrum)

  1. 17. november: Runt Agnið – 10,3 km (5 km)
  2. 8. desember: Tórshavn – 12 km (3,5 km)
  3. 12. januar: Streymnes – 7,7 km (2,5 km)
  4. 23. februar: Hvannasund – 10 km (4 km)
  5. 29. mars: Várkapping í Runavík – 10 km (5 km)

Sjálvt um tú skalt vera limur í einum av frælsu ítróttarfeløgunum fyri at vera við í samlaðu kappingini, eru øll vælkomin at vera við í hvørjum einstøkum umfari. Kappingarnevndin hjá FÍF vónar, at rennarar kring landið fara at vísa hesi kapping áhuga.

Kappingarreglurnar eru at síggja her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar