Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Treysti og EIK gjørt sponsoravtalu

Fyrr í vikuni undirskrivaðu Treysti og EIK eina 3-ára sponsoravtalu galdandi fyri 2008-2010. Avtalan inniber at EIK verður høvuðsstuðul hjá Treystinum næstu trý árini.

Ein partur av avtaluni er ein bonusskipan. Tað merkir at fleiri heiðursmerkir íðkararnir hjá Treystinum vinna í FM-kappingum og øðrum kappingum sum FÍF fyriskipar, so verður tilsvarandi meira latið til Treysti. Ein annar partur av avtaluni merkir at Treysti, saman við EIK í Klaksvík, skal fyriskipa eina nýggja afturvendandi rennikapping í Klaksvík.

 

treysti og eik
Jonhard Larsen og Eyðun Mørkøre fegnast um avtaluna

– Vit í Treystinum eru sera fegin um avtaluna, serliga nú vit flyta inn í spildurnýggju Badmintonhøllina, har vit fáa felagshølir. Við avtaluni verður tað lættari at reka felagið og vit kunnu seta meira fokus á tað ítróttarliga, ístaðin fyri at skulla hugsa ov nógv um tann fíggjarliga partin, sum tó sjálvandi skal verða í lagi, sigur Jonhard Larsen, formaður í Treystinum.

– Eisini bonusavtalan haldi eg er spennandi, tí tað er heilt nýtt fyri okkum og samstundis eggjar hon okkum til at vinna heiðursmerkir og at møta væl upp til kappingarnar hjá FÍF, sigur ein vælnøgdur Jonhard Larsen.

– Vit í EIK eru eisini fegin um avtaluna við Treysti, sum vit meta sum eitt etablerað og kent rennifelag við góðum úrslitum at vísa á fyri bæði børn og vaksin. Eg havi fleiri ferðir lagt merkið til tey “gulu” úr Treystinum tá kappingar eru, og tí síggja vit tað sum eitt gott høvi at varpa ljós á okkum við hesi avtaluni. Tað at felagið eisini hevur staðið seg so væl seinastu árini, sigur ikki so lítið um vinnaraviljan í hesum felagnum, og slíkan vinnarahugburð vilja vit fegin stuðla, sigur Eyðun Mørkøre deildarleiðari hjá EIK í Klaksvík.
– Tað at røra seg er eisini ógvuliga “in” í løtuni, og tí vóna vit at síggja nógvar rennarar tá Treysti saman við okkum fer at skipa fyri rennikapping í Klaksvík, sigur Eyðun Mørkøre.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar