Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Fyrsta umfar av vetrarkappingini

rannva
Fyrsta umfar av Vetrarkappingini 2007-08 var á Toftum í dag. 33 rennarar tóku kappaðust í 7 bólkum.

Tey vaksnu byrjaðu við Tofta Skúla og runnu teir 10,5 km Runt Agn. Børnini byrjaðu við Tofta Vatn og runnu 5 km út á Toftir. Málið hjá øllum bólkum var á Tofta kei.

Hóast okkurt ælið og eitt fitt lot vóru flestu rennararnir nøgdir við umstøðurnar.

Stórur spenningur var undan kappingini um, hvussu ymisku rennararnir vóru fyri, nú vetrarvenjingin av álvara fer í gongd. Í ár er Vetrarkappingin skipað á tann hátt, at tíðirnar hjá hvørjum einstøkum rennara í hvørjum av teimum 5 umførunum verða lagdar saman og geva eitt samlað úrslit. Hetta hevur við sær, at hvørt sekund í muni til næsta rennara hevur týdning.

Hjá vaksnu monnunum megnaði Guttorm Sørensen úr Treysti við tíðini 37,12 min at vinna sær umleið 1 1/2 minutt í mun til Sigurð B. Justinussen á øðrum plássi. Andrias Hansen úr Bragdinum megnaði at fáa eitt óført triðja pláss við tíðini 39,07 min.

Øll úrslitini eru at síggja her (pdf), og eru tey samstundis samlaða støðan í Vetrarkappingini higartil. Næsta umfar verður í Havn 8. desember. Tá renna tey vaksnu 12 km, og børnini 3,5 km.

Spennandi verður at fylgja við gongdini.

Myndir eru at síggja í myndasavninum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar