Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Fríðunn, Gutti, Hákun og Óli fyrstu vinnarar í ár

Heili 32 luttakarar runnu árliga Nýggjárshálvmarathon í Eysturoynni í dag – 6 kvinnur og 26 menn.Hetta var nógv havandi ringa veðrið í huga. Kappingin varð flutt ein tíma vegna veður, men kortini var nógvur vindur og okkurt hvast æl í byrjanini á vegnum oman til Funningsfjørð.

Veðrið bleiv nakað betri, sum frá leið, men ælini vitjaðu javnan á veg úteftir móti Tofta kei. Og vindurin var ímóti allan vegin.

Fríðunn Steinberg úr Treysti kom fyrst á mál hjá kvinnunum við tíðini 1 tíma 55 min. 48 sek.

Kappingin hjá monnum varð skipað í trimum bólkum. Opna bólkin vann Guttorm Sørensen úr Treysti við tíðini 1 tíma 23 min. 39 sek. Næstir honum vóru Sigurð B. Justinussen og Andrias Hansen úr Bragdinum.

Hákun Djurhuus vann veteranbólkin við 1 tíma 44 min 17 sek, og Óli Olsen vann nýggja superveteranbólkin við 1 tíma 42 min 30 sek. Teir renna báðir fyri Bragdið.

Allir 32 luttakararnir komu á mál á Toftum í øllum góðum og løgdu so leiðina inn á Blikk Caféina í Saltangará til ein drekkamunn.

Øll úrslitini eru at finna her. Og myndir eru í myndasavninum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar