Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Frælsur Ítróttur Føroya til Íslands

Til Íslands
Nú um vikuskiftið fer Frælsur Ítróttur Føroya við fýra ungum rennarum til Íslands. Kappast verður á stásiligu innandurarennibreytini í Reykjavík, har størsta kappingin av sínum slagi í Íslandi – Stórmót ÍR – fer fram. Harumframt er Bjørk Herup Olsen boðin at vera við í sterkari kapping á mílini í Reykjavík International. Hetta er ein kapping, har íslendingar savna sterkar íðkarar, mest úr norðurlondum, at manna tær ymsu kappingarnar.

Hetta er aðru ferð, at FÍF er við til Stórmót ÍR. Jóan Karl Joensen, Rúni Seloy, Bjørk H. Olsen og Rebekka Fuglø umboðaðu føroysku litirnar í januar 2007 við sera góðum úrslitum:

Jóan Karl: Gull á 800m og 400m
Rúni Seloy: Silvur á 800 og 200m
Bjørk H. Olsen: Silvur á 800m og 400m
Rebekka Fuglø: Gull á 800 og bronsu á 200m

Aftur hesaferð verður farið eftir heiðursmerkjum. Føroysku luttakararnir í Reykjavík verða hesir:

Rúni Seloy – dreingir 13-14 ár: Leygardagin 60m og 800m. Sunnudagin 200m
Regin Joensen – dreingir 13-14 ár: Leygardagin 60m og 800m. Sunnudagin 200m
Bjørk H. Olsen – kvinnur: Leygardag 800m, Sunnudagin mílin (1.609m)
Rebekka Fuglø – gentur 15-16: Leygardagin 800m. Sunnudagin 400m

Ferðalagið kemur aftur mánadagin. Við á ferðini verða Guttorm Sørensen vegna FÍF og Hallur Holm, ungdómssamskipari.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar