Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

22. Flaggdagsrenning og firmakapping

bragdid

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7 km. og børn, fødd í 1995 – 2001, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Gentir og dreingir – føðiár frá og við 1995-2001, renna 1,8 km.
Kvinnur og menn – føðiár frá og við1963-1994, renna 7 km
Veteranar kvinnur og menn – føðiár til og við 1962, renna 7 km

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.

“Jubilæum”
Hetta er 22. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10., 15. ferð ella 20. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er mikukvøldið tann 23.04 kl. 22. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: https://web.archive.org/web/2021/http://www.fif.fo/. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/545194, ella Fríðrik Bláhamar tlf. 214975.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina, t.d. “Virki-1”, ”Virki-2”, o.s.f.v.

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4, ella gjaldast við avheinting av startnr. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hósdagin 24.4. millum kl. 16 og 18.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar