Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Talentbólkurin á ferð

Aftur farna vikuskiftið var talentbólkurin savnaður á venjingarlegu. Hesuferð búleikaðust vit í Steymnesi heima hjá samskiparanum. Sagt verður, at Hvalvík/Streymnes er ringasta regnpláss í landinum, men vit smakkaðu so ikki dropan. Hepnari veður til eina tríggjar daga langa venjingarlegu kann man næstan ikki fáa.

Aftast f.v. Hallur, Jan Elmar, Djóni, Jóan Karl og Gutti. Fremst f.v. Rúni, Regin, Bjørk, Rannvá og Rebekka.

Góða veðrið skuldi njótast frá byrjan, og tí var fyrsta venjingin fríggjakvøldið fjallarenning. Hildið varð niðan á Streymnesfjall, og runnið varð nakað fram í dalin. Omankomin runnu vit eitt umfar runt bygdirnar báðar. Eftir ein góðan fiskarætt, varð farid tíðliga til songar.


Klárt er at byrja 500m testina

Leygarmorgunin fóru vit inn á Toftir. Byrjast skuldi við einari 500 m test. Eftir eina góða drúgva upphiting varð lagt til brots. Og nógv varð lagt fyri, tí tey fingu øll eitt betri úrslit, enn samskiparin frammanundan hevði væntað og vónað.


Upphitingin var sera, drúgv og kalt var hjá myndamanninum at bíða.


…og tey hita framvegis upp….


…og so armstrekk…

Tíðirnar vóru: Jóan Karl 1.12 – Rúni 1.15 – Djóni 1.16 – Jan Elmar 1.17 – Rebekka 1.24 – Bjørk 1.25 – Regin 1.31 – Rannvá 1.33. Flott flott úrslit, sum boða frá góðum úrslitum og persónligum metum í summar!!


…og so at renna intervallir !!!

Aftaná runnu vit 2(200 m 30 sek pausa 100 m 100 m gangipausa) x2 (3 min pausa). Aftur undir hesi venjingini vístu tey, at tey av røttum hoyra heima í talentbólkinum!!


Hallur og Bjørk eiga uppvaskið hesaferð.

Leygarkvøldið koyrdu vit til Norðskála, haðani vit runnu ein róligan túr suður á Oyri, runt skeljavirkið og heimaftur. Sunnumorgunin vandu vit á fótbóltsvøllinum frammi við Margáir. Her vandu vit styrkirenning, stíl- og spurtvenjing.


Hoppvenjingar.


Rúni, spældi eisini dyst fyri B36 seinnapartin leygardagin, so hann var ikki so væl fyri at hoppa sunnudagin.


Tað besta bleiv goymt til seinast.

Eftir ein ordans umgang av hamborgararyggi frá Gutta, fóru øll hvør til sítt – glað, mett, troytt og spent til næstu venjingarlegu.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar