
Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimum longru teinunum, tá ið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 3. mai kl. 17.00. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.
Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1963-1991) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru fødd 1953-1962. Eisini verður kappast millum tey, sum eru fødd 1952 ella fyrr, nevnd superveteranar.
Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 17.00. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 2. mai kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 16.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.
Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð. Bragdið bjóðar luttakarunum til ein góðan drekkkamunn aftaná renningina, í hølinum hjá Tryggingarfelagnum Føroya á Kongabrúnni.


You must be logged in to post a comment.