Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Talentbólkurin á Svangaskarði

Í góðveðrinum sunnumorgunin var talentbólkurin á Svangaskarði og vandi intervallir. Í fráveruni av Halluri Holm, ungdómssamskipara, sum er staddur uttanlanda, so vóru tað Guttorm Sørensen og Súni Jacobsen, sum stóðu fyri venjingini.

Luttakararnir møttu kl. 10.00, og tey sum luttóku hesaferð vóru Jóan Karl Joensen, Djóni Joensen, Jan Elmar Sørensen, Rúni Seloy, Regin Joensen, Johannes Kristensen, Rannvá Djurholm og Rebekka Fuglø. Bjørk H. Olsen luttók í Lyngby Games og fekk tí ikki verið við hesaferð.

Hesi vóru við sunnumorgunin
Hesi vóru við sunnumorgunin

Byrjað bleiv við upphiting á breytini. Síðani runnu tey 200m-300m-400m við 1 min. hvíld millum hvørt intervall og so eina pausu á 3 min. áðrenn tey runnu 400m-300m-200m við 1 min. hvíld. Síðani runnu tey fýra “kurvu”spurtir. Tvs. runnið verður heilt róligt á langsíðunum og so við fullari ferð í “kurvunum”. At enda blivu trý umfør runnin sum avjogg.

Veðrið var av tí allarfagrasta
Veðrið var av tí allarfagrasta

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar