Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

2. umfar í Grand Prix renningini verður í Hósvík

Rennikappingin í Hósvík, sum eisini er 2. umfar í Grand Prix renningini hjá FÍF, verður leygardagin kl. 11.00. Øll eru vælkomin at luttaka, men fyri at telja við í samlaðu støðuni, skal ein verða limur í onkrum av frælsu ítróttarfeløgunum. Aftaná kappingina hjá teimum vaksnu, verður barnarenning.

Aldursbólkarnir í Grand Prix renningini verða hesir:

  • Kvinnur opin bólkur (f. -1992)
  • Menn opin bólkur (f. – 1992)
  • Kvinnur (K45+) f. 1962-1953
  • Menn (M45+) f. 1962-1953
  • Kvinnur (K55+) f. -1952 ella fyrr
  • Menn (K55+) f. -1952 ella fyrr

Bólkarnir í barnarenningini eru sum vit kenna teir frá fyrr:

  • Dreingir/gentur -7 ár (f. 2001 ella seinni)
  • Dreingir/gentur – 10 ár (f. 1998-2000)
  • Dreingir/gentur – 13 ár (f. 1995-1997)
  • Dreingir/gentur – 17 ár (f. 1991-1994)

Tey vaksnu renna 7 kilometrar. Byrjað verður miðskeiðis í bygdini norður eftir gamla bygdarvegnum. Har nýggi og gamli vegurin renna saman, verður farið til høgru, og runnið suður aftur til høvuðsinnkoyringina, har aftur verður sneitt til høgru niðan til startin, har sneitt verður til vinstru. Síðani verður runnið undir høvuðsvegin oman eftir keiini, har rennast skal runt um syðsta byginingin við endan á keiini og niðan aftur til startin. Hesin teinurin skal rennast tríggjar ferðir

Børnini renna uppi í bygdini. Teir báðir yngru bólkarnir renna 500 metrar, og teir báðir eldru 1000 metrar.

hosvik
Rutukort

Møtt verður í niðastu hædd í bygdarhúsinum í Hósvík. Startnummur verða býtt út frá kl. 10.00. Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Kappróðrarbátar skulu inn á økið, og tá skal renningin helst vera liðug. Tí verður byrjað stundisliga kl. 11.00. Barnarenningin byrjar kl. 11.45 og heiðusmerkjahandan verður kl. 12.30.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna, og skal hetta verða gjørt innan fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldast kann eisini á staðnum frá kl. 10.00 leygarmorgunin. Goldið verður tá startnummarið verður avheintað. Kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar