Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

2. umfar Grand Prix fyri børn og ung verður mikukvøldið

Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at royna seg í kapping á breyt aftur. Mikukvøldið skipar FÍF fyri 2. umfari í Grand Prix fyri børn og ung. Kappast verður í somu greinum sum seinast, tvs. spurtteini, miðteini, kúlustoyti og longdarlopi.

Kappingin byrjar kl. 19.00 mikudagin 18. juni á Svangaskarði. Longur niðri á síðuni sást tíðarætlan og hvørjum greinum kappast verður í.

Undir “Reglur” sum finnast aðrastaðni á heimasíðuni, síggjast reglurnar fyri kappingina og á hvørjum greinum kappast verður í í teimum einstøku umførunum.

– Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.athletics.fo, www.renn.fo, ella á staðnum í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu og longd fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst 10 min áðrenn greinin byrjar.
– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag undir FÍF.
– Kappingin verður umsitin av FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya)
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1991-1998) eru vælkomin at luttaka.
– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er partvís grundarlag fyri úttøku til talentbólk hjá FÍF.

Bólkar:
10-11 er børn fødd í 1997-1998
12-13 er børn fødd í 1995-1996
14-15 er ung fødd í 1993-1994
16-17 er ung fødd í 1991-1992

Skrá:

TÍÐ

SPURTTEINAR

MIÐTEINAR

LONGD

KÚLUSTOYT

19.00

 Gentur 10-11 (100m)

 

 Gentur 16-17

Dreingir 16-17

19.05

 Dreingir 10-11 (100m)

 

 

 

19.10

 Gentur 12-13 (100m)

 

Dreingir 16-17

 Gentur 16-17

19.15

 Dreingir 12-13 (100m)

 

 

 

19.20

 Gentur 14-15 (200m)

 

 Gentur 12-13

 Dreingir 12-13

19.25

 Dreingir 14-15 (200m)

 

 

 

19.30

 Gentur 16-17 (200m)

 

 Dreingir 12-13

Gentur 12-13

19.35

 Dreingir 16-17 (200m)

 

 

 

19.40

 

 Gentur 10-11 (800m)

Gentur 14-15

 Dreingir 14-15

19.45

 

 Dreingir 10-11 (800m)

 

 

19.50

 

 

 Dreingir 14-15

 Gentur 14-15

19.55

 

 Gentur 12-13 (1.000m)

 

 

20.00

 

 Dreingir 12-13 (1.000m)

 Gentur 10-11

 Dreingir 10-11

20.10

 

 

 

 

20.20

 

 Gentur 14-15 & 16-17 (1.500m)

Dreingir 10-11

 Gentur 10-11

20.30

 

 Dreingir 14-15 & 16-17 (1.500m) 

 

 

GG: Skráin er vegleiðani, tí luttakaratalið er ókent, tá skráin er løgd.
 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar