Lagt varð upp til eina spennandi kapping hjá monnunum á Sundalagsstevnuni. Gutti, sum hevur verið darvaður av skaða og Andrias, sum hevur hvílt aftaná sítt góða maraton í Keypmannahavn, vóru báðir við aftur. Eisini Borgar var við aftur, eftir at hann vegna arbeiði ikki fekk verið við á Norðoyastevnu. So spennandi varð at síggja, hvussu hesir tríggir vóru fyri í mun til sekstettina, sum fylgdist nærum allan vegin á Norðoyastevnu.
Tað var Andrias, sum legði fyri. Við Gutta, Borgari og Sam hølunum varð fyrsti kilometurin lagdur aftur um eftir 3.13 min. 50 metrar aftari kom ein bólkur við Eiriki, Jóan Karl, Absalon, Djóna og Regini pressandi. Tá fyrsta umfarið – 2,4 km – var liðugt, var førarafeltið minkað. Sam hevði slept, og Andrias setti framvegis ferðina. Tað gjørdi hann eisini, tá farið varð út á seinasta umfarið, men nú hevði eisini Borgar slept, og ein spennandi tvídystur millum Andrias og Gutta lá í kortunum.
Komnir út á landsvegin seinastu ferð við tveimum kilometrum á mál fór Gutti framvið Andriasi, sum ikki megnaði at svara aftur. Gutti vann sær ein fyrimun á einar 50 metrar, sum hann helt fram á mál. Sam, sum bleiv nr. 4 á Norðoyastevnu vísti framgongd og rann fram á triðja plássið. Væntandi fer eisini hann skjótt at bjóða av í oddastríðnum.
Kvinnukappingin var merkt av avboðum frá Bjørk, sum í løtuni bert satsar uppá styttru teinarnar og Rannvá, sum var blivin sjúk av hálsbruna og fepuri. Í teirra fráveru gjørdi Fríðunn Steinberg sær dælt og vann trygt framman fyri Árnu Helmsdal og Susan Jacobsen.
Yngru veteranarnir (+45) vísa veruliga styrki í ár. Aftur hesaferð vann Regin, frammanfyri Borgar og Absalon. Í samlaðu kappingini hendan dagin blivu teir ávikavíst nr. 4, 5 og 7. Sera flott avrik í kapping við yngru rennararnar, sum veruliga skulu spíla seg út, skulu teir vinna á veteranunum.
Kappingina hjá eldru veteranunum (+55) vann Jens Weihe úr Frælsi. Jens er áður kendur sum fótbóltsleikari undir navninum Jens Lyn, og hetta navnið má mann siga, at hann framvegis livir upp til. Nr. tvey gørdist Kristjan Christiansen, sum mundi blivið tikin í einum rimmar spurti av the grand old man Harry Hansen, sum bleiv nr. 3


You must be logged in to post a comment.