Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Spenningur í Grand Prix fyri vaksin

Andrias og Gutti koma framvið málinum aðru ferð

Nú triðja umfar av Grand Prix kappingini í renning fyri vaksin er í hondum – tað verður runnið í Vági í morgin – er spenningur í flest øllum bólkum.

Í opna bólkinum hjá kvinnum er Fríðunn Steinberg úr Treysti klárt á odda í stigum, men Rannvá Djurholm úr Bragdinum, sum var klárt fremst í fyrsta umfari, luttók ikki seinast.

Í opna bólkinum hjá monnum er Jóan Karl Joensen úr Bragdinum á odda við 60 stigum, men so mætir menn sum Guttorm Sørensen úr Treysti og Andrias Hansen úr Bragdinum nærkast.

Í bólkinum fyri menn omanfyri 45 ár er Regin Zachariassen úr Bragdinum fremst við fullari úrtøku eftir tvey umfør, men í seinasta umfari var munurin ikki so stórur niður til Borgar Biskopstø úr Treysti og Absalon Hansen úr Bragdinum.

Í bólkinum fyri menn omanfyri 55 ár er Krisjan Christiansen úr Bragdinum á odda við 74 stigum, men Jens Weihe úr Frælsi var klárt fremst seinasta umfar.

Í morgin verður so runnið í Vági. Teinurin har er 6 km.

Samlaða støðan í Grand Prix kappingini hjá vaksnum er at finna her (76 kb pdf).

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar