Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ólavsøkurenningin 2008

Sunnudagin  27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út á Bakka.

Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1992 ella fyrr,  vaksin fødd í 1953-62 (veteranar), og vaksin fødd 1952 ella fyrr (superveteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.

Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 2001 ella seinni) renna einaferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1998-2000) sama tein.

Tey størru børnini renna 2 ferðir  runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1995-1997) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1991-1994).

Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.

Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá  P/F Lutzens Timburhandli kl. 17:00-18:00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr.  Tilmeldingarfreistin er úti Leygardagin tann 26. juli.

Skrá:

17:00 Heintan av startnummari á Skálatrøð ( Lutzens Timburhandli)

18.30 Vaksin (fødd í 1992 ella fyrr) renna    5 km

19.00 Børn – kappast í hesi raðfylgju:

-Børn – 7 ár (f. 2001 ella seinni) renna 600m

-Børn – 10 ár (f. 1998-2000) renna 600m

-Børn – 13 ár (f. 1995-1997) renna 1200m

-Børn – 17 ár (f. 1991-1994) renna 1200m

19.30    Heiðursmerkjahandan

Bragdið

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar