Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit frá FM í hamarkast og kúlustoyt

Tað vóru einans trýggjir luttakara sum møttu til FM í hamarkast og kúlustoyt. Hetta er ein óvanliga lág luttøka, men kanska hevur tað nakað við at FM lá í so nær Ólavsøkuni og ein sunnudag.

 

Fyrsta grein var hamarkast, har vísti Randi Kúrberg (Hvirlan) at hon, hóast teknisku trupulleikarnar í seinastuni, er ein góður hamarkastari tá hon kastaði hamaran út á 34,73 m. Tað, sum Randi tó kanska irðar seg eitt sindur um, er at hon í triðja kasti hevði eitt sera gott kast har ferðin var stak høg, men hamarin tók kantin á búrinum, og oyðilegði hetta eitt annars nærum perfekt kast.

 

Hjá monnunum vann Heri Ziska (Hvirlan) við 44,32 m frammanfyri Rógva Højgaard (Hvirlan), sum er meira kendur sum spjótlastari. Rógvi kastaði hamaran 25,30 m.

 

Hin greinin var kúlustoyt, og har stoytti Randi kúluna út á 8.66 m, meðan Heri vann hjá monnunum við 10.70 m, frammanfyri Rógva sum stoytti kúluna út á 8.59 m.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar