Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit og myndir frá Ólavsøkurenningini

Sum siður hevur verið í mong ár, so byrjaði fyrsta ítóttarkappingin á Ólavsøku við at Bragdið skipaði fyri rennikapping á Skálatrøð við ikki minni enn 260 íðkarum í sera góða veðrinum.
 

no images were found

Hjá monnunum gjørdist kappingin hørð um 1. og 2. plássi har 48 ára gamli veteranurin, Regin Zachariassen úr Bragdinum, veruliga gav Guttorm Sørensen úr Treystinum kapping um 1. plássið. Endaliga støðan gjørdist at Guttorm varð nr. 1 við tíðini 16.44, Regin nr. 2 við tíðini 16.50 og Andreas Hansen, eisini úr Bragdinum, nr. 3 við tíðini 17.01. Guttorm lá tryggur sum nr. 1 frá byrjan og sum fráleið gjørdist styttri og styttri millum Guttorm og Regin og á málstrikuni gjørdist bert 6 sek. millum hesar báðar.

no images were found


 
Hjá kvinnunum gjørdu ungu talentini úr Bragdinum bart og vístu sína styrki, hóast unga aldurin. Bjørk Herup Olsen gjørdist nr. 1 við tíðini 18.23, Rannvá Djurholm gjørdist nr. 2 við tíðini 20.03 og á 3. plássinum kom Hildur Enni úr Tórshavn á mál við tíðini 20.11. 

Úrslitini frá Ólavsøkurenningini 2008 eru at finna her (pdf).

Og hópin av myndum frá Paula Djurholm eru í savninum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar