Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM-Ung útsett til vígsluna av Tórsbreyt

Seinnu árini hevur verið fastur táttur at FM fyri ung á breyt hevur verið 2. vikuskifti í august. Ætlanin var, at soleiðis skuldi eisini verða í ár. Men av tí at arbeiðið við Tórsbreyt er seinkað, er kappingin fyribils útsett.

FÍF hevur tí avgjørt at bíða við kappingini inntil breytin er liðug, og av tí at ungdómurin er framtíðin, verður FM-Ung fyrsta kapping á Tórsbreyt. Kappingin kemur so at vera partur av almennu víglsuni av Tórsbreyt.

Nær breytin verður endaliga klár at taka í nýtslu, er í skrivandi løtu ikki møguligt at siga. Triðja slitlagið verður nú sproytað á, og tá tað er liðugt, koma menn úr Týsklandi at mála strikur. Verður veðrið bara nøkulunda til vildar, kann roknast við at breytin verður tøk í seinasta lagi beint undan mánaðarskiftinum.

Tey ið ætla at vera við til FM-Ung verða tí biðin um at halda seg kunnað á heimasíðuni. Kappingargreinar og tilmeldingarlisti verða løgd út so skjótt vit vita nær alt verður klárt.

Rebekka Fuglø beint áðrenn málstrikuna á 800 við persónligum, sum nú er 2.12,17 min
Rebekka Fuglø beint áðrenn málstrikuna á 800 við persónligum, sum nú er 2.22,17 min

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar