Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM-Ung 27. september á Svangaskarði – endaligt!

Arbeiðið við at gera Tórsbreyt lidna hevur ikki gingið eftir vild, og nú hava vit bíðað í seks vikur við at avgreiða FM-Ung. Avgjørt er tí, at bíðast kann ikki meira, og leygardagin 27. september 2008 verður FM-Ung hildið á Svangaskarði.

Kappingin byrjar klokkan 10.00.

Kappast verður í hesum bólkum og greinum:
Gentur og dreingir 10-11 ár (fødd 1997-98) kappast í 60m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 12-13 ár (fødd 1995-96) kappast í 80m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 14-15 ár (fødd 1993-94) kappast í 100m, 300m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 16-17 ár (fødd 1991-92) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 18-19 ár (fødd 1989-90) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.

Fyri at taka lut skalt tú vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Seinasta freist fyri tilmelding er 25. september á miðnátt.

Tað er bert møguligt at melda til her á heimasíðuni. Eingin tilmelding verður á staðnum, eftirsum skráin fyri tiltakið verður løgd, tá tilmeldingarfreistin er farin.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar