Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Vetrarkappingin 2008/09 er nú fastløgd.

PICT0466.JPG
Vetrarkappingin 2008/09 fer av bakkastokki 15. november 2008, tá siðbundna kappingin Runt Agnið verður runnin. Vetrarkappingin í fjør varð merkt av ringum líkindum. Umframt at kappast við ævigar rivalar, tíðina og seg sjálvan, máttu rennararnir eisini stríðast við kulda, kava, hálku, storm, ódnarveður og í tí eina førinum eisini yvirflóð. 

Men oyggjaleikir verða komandi summar, og fyri at brynja og motivera rennararnar, verður herjað á aftur. Hesuferð broyta vit tó samlaðu kappingina, og fara aftur til stigaskipanina, sum fyrr hevur verið nýtt til vetrarkappingina. Runnið verður í hesum bólkum: Gentur, dreingir, kvinnu- & mansunglingar, kvinnur, menn, kvinnu- & mansveteranar  og manssuperveteranar.

Kappingarnar verða tær somu sum í fjør:

1. umfar – 15. nov. Runt Agnid 10,3 km (5 km)
2. umfar – 06. des. Tórshavn 12 km (3,5 km)
3. umfar – 24. jan. Hvalvík/Streymnes 8 km (3 km)
4. umfar – 21. feb. Hvannasund 10 km (4 km)
5. umfar – 28. mars Runavík 10 km (5 km)

Skráin, stigaskipan, aldursflokking og reglur annars í sambandi við vetrarkappingina, eru at finna á høvuðssíðuni undir “reglur”. Reglurnar verða lagdar út ein av fyrst komandi døgunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar