Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Renna fyri heilsuna í Klaksvík

At Klaksvík er ein heilsubýur er ikki bara orð, tí nú leygardagin byrjar aftur átakið “Renn fyri heilsuna”, og verður hildið á hvønn leygardag frá 18. apríl til leygardagin 26. september.

Byrja verður kl. 14.00 frá Sportmaster og runnið/gingið verður út á Skarðhamar at venda og inn í býin aftur. Málið verður hjá Magn við Stangavegin. Hesin teinurin er 5 km. 
 
Tilsamans verður runnið/gingið 23 leygardagar, og fáa øll sum luttaka eina rennibók, har tey fáa stempul í, sum váttan fyri luttøku. Øll tey sum renna/ganga 15 ferðir fáa eina gávu. Eisini fáa luttakararnir ein lutaseðil hvørja ferð, tvs. tess oftari ein luttekur tess fleiri lutaseðlar. Síðsta leygardag sum runnið verður – t.v.s. tann 26. september, verður drigið millum øll sum hava luttikið, og har vinningarnir eru ein rennipakki á kr. 4.000,- frá Sportmaster, kr. 3.000,- í olju frá MAGN, Gávukort á kr. 2.000,- frá EIK, gávukort kr. 2.000,- frá KBI og ein Nokia 7100 við talutíð frá Føroya Tele.
 
Fyrireikararnir vóna at luttøkan verður eins góð sum seinasta ár, tá umleið 2.500 fólk íalt luttóku, tær 16 ferðirnar runnið/gingið bleiv. 
 
Tað er Treysti sum samskipar tiltakið saman við Magn og Sportmaster. Aðrir sum stuðla eru EIK, KBI og Føroya Tele.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar