Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix fyri børn og ung

pict0304

Mikukvøldið 20. mei 2009 byrjar Grand Prixkappingin fyri børn og ung á breyt.  Kappast verður í 6 aldursbólkum hjá bæði gentum og dreingjum, og kappingarnar umfata spurt, miðaltein, kast og lop.

Grand Prix kappingarnar verða tríggjar í tali, og er tað FÍF saman vid feløgunum, sum skipar fyri kappingini. Bragdið stendur fyri tí  fyrstu, sum verður á Tórsbreyt mikukvøldið kl. 19.30.  Tann næsta verður á Svangaskarði 24. juni, har Treysti skipar fyri, og tann seinasta verður á Tórsbreyt 19. august, tá Hvirlan vartar.

Mikukvøldið verða kappingarnar hesar:

  • gentur og dreingir 8-9 ár (2000-2001): 40 m, 600 m, spjótkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 10-11 ár (1998-1999): 60 m, 600 m, spjótkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 12-13 ár (1996-1997): 60 m, 600 m, spjótkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 14-15 ár (1994-1995): 100 m, 800 m, spjótkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 16-17 ár (1992-1993): 100 m, 800 m, spjótkast og longdarlop
  • gentur og dreingir 18-19 ár (1990-1991): 100 m, 800 m, spjótkast og longdarlop

gp1

Tað skal finnast ein samlaður vinnari av øllum trimum Grand Prix-umførunum fyri hvørja grein – spurt, miðtein, kast og lop. Tí verða stig givin fyri hvørt úrslit, og verður hetta gjørt eftir norsku Tyrvingtabelluni. Vinnari verður so tann, sum hevur fingið flest stig tilsamans í tveimum kappingum. Tað merkir so sjálvandi, at skal man telja við í samlaðu kappingini, skal man minst vera við í tveimum umførum. 

Øll børn og ung í Føroyum kunnu vera við í kappingunum. Men fyri at vera við í sjálvari Grand Prix-kappingini, skal  man vera skrásettur limur hjá einum av frælsu ítróttarfeløgunum. Kostnaðurin fyri hvørt umfarið er kr. 30, og verður goldið, tá startnummarið verður avheintað.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna, og tilmeldingarfreistin er sunnukvøldið á midnátt. EINGIN tilmelding verður á kappingardegnum.

Víst verður annars til reglugerðina, sum finst undir reglur á forsíðuni.

GG: TILMELDINGARFREISTIN ER LONGD TIL MÁNAKVØLDIÐ KL. 20.00 !!!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar