Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Færø March verður 21. mai

21. mai (Kristi himmalferðardagur) kl. 1400.

Tað er 32. ferð, at ítróttarfelagið í Mjørkadali skipar fyri gongutúri eftir Oyggjarvegnum úr Havnini og niðan í Mjørkadal. Tiltakið eitur MIF FÆRØ-MARCH 2009, og er dagurin settur til hósdagin Kristi Himmalferðardag 21. mai.

Øll eru vælkomin
Ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn farið verður avstað. Tað er bara at møta upp. Øll kunnu vera við børn, familja, vinir og kenningar.

Gongutúrurin, sum er 15 km langur, byrjar við Keypssamtøkuna í Hoyvík 21. mai kl. 14 og endar í seinasta lagið kl.18 í Mjørkadali.

Leiðin gingi verður eftir er hendan: Keypssamtøkan í Hoyvík, Vegurin Langi, Óluvugøta, Sundsvegur, Norðari Ringvegur, Oyggjarvegur og Mjørkadalur.

Undir gongutúrinum skulu allar ferðslureglur haldast, soleiðis, at gingið og runnið verður vinstrumegin á vegnum, har ongar gongubreytir eru.

Á tveimum støðum á leiðini eru steðgipláss, har tey luttakandi kunnu fáa okkurt at leska sær við, so sum vatn, kaffi og sodavatn, eisini verur frugt sjokuláta bjóða teimum í luttaka. Vatn/kaffi og frugt er ókeypis.

Tá komið er til Mjørkadals ber til at keypa pylsur og breyð, og okkurt at leska sær við. Haraftrat verður diplom handa sum prógv um, at man hevur verið við á gongutúrinum.

Skipað verður fyri flutningi úr Mjørkadali og aftur til Havnar um ein ynskir.

Vinarliga

March-nevndin í MIF

Hygg eisini á heimasíðuna www.mif.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar