Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Enn eitt føroyskt met til Bjørk

Farna vikuskiftið var Bjørk Herup Olsen við í stóru kappingini Lyngby Games, har hon skuldi renna 1500 og 3000 m. Bjørk hevur vanliga kappast í ungdómsbólkum, men í ár er hon farin at renna við teimum vaksnu. Her eydnaðist tað henni leygardagin at renna seg til eitt triðja pláss í nýggjari føroyskari mettíð. Úrslitið gjørdist 4.44.71 min, og eru tað nakrir fáir 1/100 partar betri enn gamla metið, sum hon sjálv átti.

Bjørk hevur nú tikið metið frá 5.11 til 4.44 – ella út við ein ½ minutt síðani 2006. Og kenna vit Bjørk rætt, er hon neyvan liðug enn.

Sunnudagin bleiv tað til eitt 3. pláss á 3000 m við tíðini 10.20.99. Ein sera góð tíð, og bara 5 sek. frá metinum, sum hon setti til Tårnby Games í mei.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar