Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrvælsbólkurin 2009

Úttøkutreytir til úrvalsbólkin 2009

 

 

FÍF hevur avgjørt at skipa ein úrvalsbólk av íðkarum, sum fáa stuðul annaðhvørt til kapping uttanlands ella til venjingarlegu. Hettar verður gjørt, fyri at eggja okkara framkomnu íðkarum at seta sær enn hægri mál.

 

Avgjørt er, at stuðla teimum, sum klára settu krøvini við kr.5.000 í 2009. Krøvini eru í fyrsta lagi 700 stig á stigatalvuni hjá IAAF, og í øðrum lagi eitt gjøgnumsnit av úrslitunum, ið góvu bronsumerki á trimum teimum undanfarnu oyggjaleikunum. Tað gevur fylgjandi krøv:

 

Kvinnur

Grein

Menn

14,17

100m

11,59

29,62

200m

23,92

66,58

400m

53,51

2.28,73

800m

2.02,94

5.11,44

1.500m

4.13,79

19.30,95

5.000m

15.38,02

41.17,92

10.000m

33.14,19

41.35

10 km

33.19

1.30,42

21,1 km

1.16,11

3.16,36

42,2 km

2.47,53

17,06

110/100 f

16,28

72,06

400 f

59,92

13.02,60

3.000 f

10.17,92

4,65

Longdarlop

5,95

10,15

Trístøkk

12,73

1,54

Hæddarlop

1,83

3,36

Stonglop

4,07

38,11

Spjótkast

53,93

11,25

Kúlustoyt

12,99

38,22

Hamarkast

46,76

35,12

Klingruvarp

41,37

 

Harafturat skal íðkarin:

–          vera limur í felagi undir FÍF, og vera búsettur í Føroyum

–          føddur 1991 ella fyrr

–          venja frælsan ítrótt miðvíst

–          vera sjónligur í kappingunum, sum eru í Føroyum.

                                                                 

Tað er upp til feløgini, at gera úttøkuleiðaran varugan við íðkarar, ið eiga at verða havdir í huga. Íðkarin ger í samráð við úttøkuleiðaran av, hvat stuðulin skal brúkast til – annaðhvørt til kapping uttanlanda ella til venjingarlegu. Íðkarin skal eftir ferðina greiða úttøkuleiðaranum frá hvussu ferðin eydnaðist.

 

Stuðulin fellur burtur, um hann ikki er brúktur innan 12  mánaðir eftir, at kravið er klárað. Undantøk kunnu verða gjørd í samráð við úttøkuleiðaran.Stuðulin kann verða frátikin, um íðkari sýnir ósømiligan atburð. Slíkt mál skal fyri nevndarfund hjá FÍF áðrenn avgerð verður tikin.

 

Úttøkuleiðarin er

Niels Jákup Jakobsen tlf. 545194

nielsj@elektron.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar