Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Heri ov stuttur til heiðursmerki

Í gjárkvøldi skuldi okkara royndasti og mest vinnandi oyggjleikaluttakari nakrantíð í frælsum ítrótti, Heri Ziska, royna seg í klingrukasti. Heri hevur á undanfarnum leikum vunnið 2 gull, 3 silvur og 2 bronsuheiðursmerki í klingrukasti. Tað einans í Føroyum í 1989 og á Hetlandi í 2005 at Heri ikki hevur vunnið heiðursmerki í hesi grein.

heri disk

Tí vóru vónir um enn eitt heiðursmerki til Hera enn einaferð. Heri var fyrstur maður at kasta og kom út á 42,85 metrar í fyrstu royndini og út á 42,14 m og 40,47 m í aðru og triðju roynd. Hetta rakk víðari til finaluumfari, sum nummar trý og eitt bronsupláss. Tí var spennandi at fylgja teimum seinastu royndunum hjá kastarunum. Men tíverri fyri Hera og okkum onnur, so var tað Erik Larsson úr Gotlandi, sum er ein gamal kappingarneyti hjá Hera, sum náddi út á 43,48 m í finaluumfarinum, meðan Heri ikki kom longur út enn í fyrstu royndini. Tí mátti Heri taka til takkar við einum fjóðraplássi í klingrukast kappingini hesaferð.

Vinnari bleiv 17-ára gamli Zane Duquemin úr Jersey við 50,21 m, frammanfyri Madis Kallas úr Saaremaa við 45,66 m og Erik Larsson úr Gotlandi við 43,48 m.

heri disk 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar