Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslitini frá Vestanstevnu

Úrslitini frá rennikappingini á Vestanstevnu í Sandavági fríggjakvøldið 10. juli kl. 18.00 eru nú klár. Teinurin sum bleiv runnin í Sandavági var 7,1 km. Líkindini at renna vóru aftur hesaferð av teimum allarbestu. Hjá bæði monnum og kvinnum gjørdist  talan um somu vinnarar, sum í Runavík týskvøldið. 

Við sigrunum á Vestanstevnu hava bæði Bjørk Herup Olsen og Andrias Hansen tryggjað sær samlaða sigurin í opnu bólkunum í Grand Prix longu undan seinastu renningini, sum verður  27. juli á Ólavsøku.

Hjá kvinnunum hevur Rebekka Fuglø eisini longu tryggjað sær annaðplássið, meðan kappingin um triðjaplássið stendur ímillum Susan Jacobsen og Karin K. Petersen.

Hjá monnunum er harafturímóti spenningur um annaðplássið og triðjaplássið. Sam Vang liggur í løtuni á øðrumplássi, men hann fær í løtuni harða kapping frá Jan Elmar Sørensen, sum hevur tikið seg sera nógv fram í summar.

Hjá veteranunum hevur Borgar Biskopstø luttikið í trimum kappingum og vunnið allar, og um hann luttekur á Ólavsøku, so skal nógv til hjá hinum fyri at taka Borgar aftur. Á næstu plássunum eru tað Jósvein Herup Olsen, Pól Sundskarð og Theodor Askham Olsen sum kappast um annað- og triðjaplássið.

Hjá superveteranunum hevur Heðin Jóhannessen longu vunnið allar kappingarnar og harvið eisini Grand Prix. Á øðrumplássið og triðjaplássið eru tað Jens R.  Weihe og Steindor Hjaltalin sum liggja tryggir og ikki kunna blíva tiknir.

Úrslitini frá Vestanstevnu er at finna í .pdf her.

Samlaða støðan í Grand Prix eftir fimm av teimum seks umførunum er at finna í .pdf her.

Seinasta umfar í Grand Prix verður sum nevnt omanfyri á Ólavsøku 27. juli. Tá er teinurin 5 km. Nærri verður lýst um tað kappingina her á síðuni nakað undan Ólavsøkuni.

Myndirnar niðanfyri hevur Jóannes Poulsen tikið.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar