Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2009

IMG_3652.jpg

Mánadagin  27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Meldið til her á www.renn.fo í seinasta lagi sunnukvøldið 26.juli kl.22:00.

Spenningurin er eisini stórur, tí hetta er seinasta umfarð av Grand Prix  kappingini hjá teimum vaksnu, og verður kappingin avgjørd á Ólavsøku.

Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.

Øll tey vaksnu byrja í senn, og verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1993 ella fyrr, Vaksin fødd 1954-1963 (veteranar), og vaksin fødd 1953 ella fyrr (superveteranar).

Børnini byrja at renna kl. 18.30, tá gentur og dreingir –7 ár (f. 2002 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna gentur og dreingir –10 ár (f. 1999-2001) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur –13 ár (f. 1996-1998) og dreingir og gentur –17 ár (f. 1992-1995).

Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.

Skrá:

17.00    Heintan av startnummari á Skálatrøð (Lützens Timburhandil)
18.00    Vaksin (fødd í 1993 ella fyrr) renna    5 km
18.30    Børn – kappast í hesi raðfylgju:
Børn – 7 ár (f. 2002 ella seinni)    renna    600m
Børn – 10 ár (f. 1999-2001) renna    600m
Børn – 13 ár (f. 1996-1998) renna    1200m
Børn – 17 ár (f. 1992-1995) renna    1200m
19.00    Heiðursmerkjahandan

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar