Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Sera væleydnað FMU

Veðurgudarnir vístu seg frá síni allar blíðastu síðu, tá FM fyri ung var á skránni í dag. Úti við 70 íðkarar høvdu sett stevnu við Tórsbreyt, og hýrurin á fólki var stak góður í lýggja summarveðrinum.

Tilmeldingar vóru komnar frá øllum seks feløgunum. Møttu feløgini vóru øll umboðað á sigurspallinum, har tey mest virknu eyðvitað vóru títtastu gestir. Her sæst eitt yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið millum feløgini:

  • Bragdið – 34 gull, 14 silvur, 13 bronsu (21 lutt.)
  • Hvirlan – 18 gull, 16 silvur, 15 bronsu (21 lutt.)
  • Treysti – 11 gull, 18 silvur, 13 bronsu (18 lutt.)
  • Roysnið – 2 gull, 0 silvur, 3 bronsu (1 lutt.)
  • Frælsi – 0 gull, 3 silvur, 2 bronsu (1 lutt.)

Føroyskt met!
Í kappingini á 400 m hjá gentum 16-17 ár eydnaðist tað Rebekku Fuglø úr Treysti at seta nýtt føroyskt met við tíðini 63,64 sek. Øll úrslitini eru at finna í .pdf niðanfyri.

FMU 2009 boltkast

FMU 2009 kula

FMU 2009 langspurt

FMU 2009 longdarlop

FMU 2009 midteinar

FMU 2009 spjot

FMU 2009 stuttspurt

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar