Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

2. umfar í Vetrarkappingini verður í Havn leygardagin kl. 11

Leygardagin 6. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2009-2010 í renning í Havn.

Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á  Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt. Tey yngru renna teinin einaferð, tey eldru renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. 1993 ella fyrr) – 12 km
Vetaranar kvinnur og menn ( f. 1955-64 ) – 12 km.
Menn Superveteranar ( f.1954 ella fyrr ) – 12 km.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1989-1993 ) – 4 km
Gentur og dreingir (f. 1994-1998 ) – 4 km

Tilmelding fer fram  á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 5. desember kl. 21.00. Startnummur verða avheintað við Tórsbreyt leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri tey yngru, eisini goldið.

Kappingin er 2. umfar av Vetrarkappingini, sum fór av bakkastokki 14. november. Kappinigin er ein opin kapping, ið merkir, at øll kunnu luttaka, sjálvt um ikki verður luttikið í hinum kappingunum.

Tilmelding til kappingina fer fram her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar